placeholder
Mentan

Marie Fredriksson deyð, 61 ára gomul

Doyði av løstunum hon fekk frá strálingini í sambandi við at hon fekk staðfest ein svull í heilanum fyri 17 árum síðani

Maria Fredriksson á Summarfestivalinum 2014 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Maria Fredriksson á Summarfestivalinum 2014 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-10 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska sangarinnan, Marie Fredriksson, er deyð, 61 áragomul. Tað váttar manageri hennara í eini fráboðan, skrivar svenska blaðið Expressen á netinum.

- Tað er við stórari sorg, at vitmugu boða frá, at ein av okkara størstu og mest elskaðu artistum er farin. Marie Fredriksson doyði um mogrunin hin 9. desember, sum avleiðing av sjúkuni hon hevur havt, sigur Marie Dimberg í fráboðanini.

Marie Frederiksson var við í vælumtókta bólkinum Roxette saman við Per Gessle. Tey vitjaðu á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2014. Og longu tá var greitt, at Marie var nógv viknað orsaka av sjúkuni. Hon sat niðri stóran part av konsertini, og mátti brúka stav tá hon skuldi ganga.

Upptøkur, sum Jan Hammer Egholm hevur lagt út á YouTube frá teirri konsertini kunnu síggjast her:

 

- Allur mín kærleiki til tín og familju tína. Things will never be the same, skrivar Per Gessle um Marie.

Roxette var settur á stovn í 1986. Bólkurin er ein svenski bólkurin, sum hevur klárað seg best altjóða. Tey hava selt yvir 75 milliónir eintøk av fløgum og hava ligið ovast á amerikanska Billboard-listanum fýra ferðir. Roxette hevur havt heili 19 sangir á bretska topp-40 listanum.

Longu áðrenn Roxett varð stovnaður var Marie Fredriksson kend sum sangari.

Í 2013 gav hon út sína seinastu útgávu, NU, har hon sang á svenskum. Fløgan var framleidd av manni hannara, Mikael Bolyos. Tey giftust í 1994 og búðu í einum húsum á Djursholm uttan fyri Stockholm, skrivar Expressen.

Í 2002 varð hon rakt av sjúku og læknarnir kundu skjótt staðfesta, at væl umtókta sangarinnan hevði ein svull á heilanum – tað vóru bert 20-25 prosent møguleiki fyri at hon fór at yvirliva.

Men hon yvirlivdi og tað var staðfest, at hon var grødd fyri sjúkuna, men hon hevði tó framvegis trupulleikar orsaka av skaðum hon hevði fingið av geiðslingini. Hon sang um hesar trupulleikar á fløguni ”The Change”, sum kom ú tí 2004.

Í 2009 komu Roxette saman aftur og fóri á konsertferð. Marie og Per Gessle sungu til dømis ”The Look” tá Victoria prinsessa giftist í 2010 og hon sang eisini ”Ännu doftar kärlek” tá Madeleine prinsessa giftist trý ár seinni.

Í 2016 boðaði Marie Frederiksson, at hon ikki var ment at hava konsertir meira ella spæla inn fløgur við Roxette.

Í sjálvævissøguni ”Kärleken till livet” sum kom út í 2015 greiddi hon frá, at hon kortini framvegis hevði hug til lívið.

- Tað er sum eg havi sættast við, at eg havi ein geiðslingarskaða at liva við. At tað var so tað skuldi blíva. Eg havi mist nógv ár orsaka av sjúkuni. Og tað er eisini ein sorg at eldast. Men hvønn dag hugsi eg um, at eg eri takksom fyri, at eg kann sita her. Og at eg framvegis kann syngja, skrivaði hon.

Í sambandi við seksti ára føðingardag hennara 30. mai í fjør, gav hon út eina jazz stakfløgu ”Sing me a song”. Sambært henni sjálvari var hetta ein gáva til fjeppararnar við tøkk fyri stuðulin hon hevur fingið.

At geva út ein sang á føðingardegi mínum er mín máti at vísa takksemi fyri allan tann kærleika eg havi fingið gjøgnum lívið. Hetta er mín 60 ára gáva til meg sjálva og allar mínar fjepparar, segði hon í eini fráboðan.

Herundir fleiri myndir, sum Jens Kristian Vang tók á konsertini við Roxette á Summarfestivalinum 2014:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder