Høgni Hoydal hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.
Hesum boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í skrivi í dag. Orsøkin til at hetta aðalráðið tekur sær av tí er, at talan er um setanarmál, ið er viðgjørt og avgreitt í vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Um nýggja rektaran skrivar uvmr.fo, at Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
- Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan.
Marita Gunnarstein Nielsen avloysir Rósu Heinesen, sum fer í annað starv. Marita býr í Vági saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald