Fríggjakvøldið á Ljósfest byrjaði við heiðranini av vágbingum, sum høvdu gjørt eitthvørt fyri bygdina.
Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at lata inn uppskot til, hvør skuldi heiðrast, og tá freistin var farin, vóru nógv uppskot komin inn.
Avgjørt varð at heiðra Maritu V. og Rúna í Lágabø fyri teirra stóra arbeiði fyri Skótaliðið Royndin, og Hera Mørk Hjelm, sála, fyri hansara íkast, sum vinnulívsmaður, skrivar Vágs kommuna.
– Nevna vit Skótaliðið Royndina, so eru tað óvað nógv, ið hugsa um Maritu Vestergaard í Lágabø og Rúna í Lágabø.
– Marita og Rúni hava í eini 35 ár staðið á odda í hesum felagsskapi, og hava hesi árini somuleiðis verið primus motor, tá flaggdagshald ella grækarismessuhald eru í Vági. Eisini eru tey við á Jóansøku og á Ljósfest. Við sínum jaligu tilgongd til felagslívið eru tey við øðrum orðum ring at koma uttanum, stendur m.a. í grundgevingini.
Um Hera Mørk Hjelm varð m.a. sagt:
– Fáur vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra.
– Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba.
– Nógvar familjur fingu til lívsins uppihald, takkað verið hesum manni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald