Innanlands

Marius DC gevur ongum grið við nýggja staklagnum EGO

Hetta er fyrsti staklagið av komandi EP’ini hjá rapparanum LISTAMAÐUR

Rapparin vendir aftur til sínar røtur við reypandi rapp tekstum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rapparin vendir aftur til sínar røtur við reypandi rapp tekstum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-30 12:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Marius DC hevur í dag latið nýggja staklagið EGO úr hondum, hetta er fyrsti staklagið av komandi EP’ini LISTAMAÐUR.

EGO vísir okkum 20 ára gamla listamannin, í eini sera ágangandi útgávu. Móðurmálið verður toygt og tamba, og úrslitið er eirindaleyst. 

Heitið á sanginum gevur eina ábending um ein ávísan tóna í lagnum, men tá ið Marius DC byrjar at rappa, er ongin ivi um, at hetta er ein ungur maður, sum er væl nøgdur við seg sjálvan.

Rútmiska beat'ið, ávirkað av crunk-stíli, styrkir bert tann agressiva og sjálvsikra tónan í EGO, við eini stakato basslinju, kraftmiklum trap-trummum og Lil Jon-kendum klappum, sum undirstrika seigliga stevið hjá Mariusi.

Hetta er annað staklagið hjá Marius DC í 2024 eftir langtandi indie-balladuna "Leggur tú enn í?"

Á hesum lagnum vendir rapparin aftur til sínar røtur við reypandi rapp tekstum. Sjálvur sigur, hann, at lagið bert er ein partur av eini størri ferð, ið verður lýst á komandi EP'ini: LISTAMAÐUR.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder