Mentan

Marius klárur við nýggjum tónleiki

Nýtt staklag frá komandi studioútgávu hansara verður leysgivið fríggjadagin.

Marius Ziska - var eitt av nøvnunum á Tórsfest í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Marius Ziska - var eitt av nøvnunum á Tórsfest í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-24 14:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Marius Ziska arbeiðir í løtuni við at gera klárt til at geva út sína fimtu studioútgávu út. Nýggja heildarútgávan kemur út í januar.

Fríggjadagin verður høvi at hoyra enn eitt staklag av hesi fimtu studioútgávu hansara. „Don’t ever Run” er heitið á sanginum. Eitt fangandi indie-popplag í høgum tempo, ið hevur ein myrkan boðskap, verður sagt í tíðindaskrivi.

Marius Ziska gjørdi lagið, og sendi eina demo til Danmarkar, har Roar Amundsen, á Mayday Musik skrivaði tekstin.

- "Don’t Ever Run" er ein roynd at fanga kensluna av máttloysi tú kanst kenna, tá ið tú ikki megnar at knýta tað sambandið við eitt annað menniskja, sum tú droymir um og vónar skal koma. Tá ið tú hevur stríðst ov leingi og at enda søkkur til botns í vantandi meining og ikki longur orkar at rætta hondina út, men bert vónar, at hin kemur og bjargar tær, sigur Marius um nýggja lagið.

Dont efer Run er innspælt og framleitt í Føroyum av Mariusi Ziska og Kristoffer Mørkøre í samstarvi við restina av fasta livebólkinum hjá Mariusi: Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen og Jan Rúna Poulsen. Staklagið er ljóðblandað av Kristofferi Mørkøre og mastrað av Heina Ragnarssyni.

Marius Ziska hevur verið ein av teimum best dámdu tónleikarunum í Føroyum seinasta tíggjuáraskeiðið. Hansara serliga gáva at skriva vøkur og melankolsk løg, saman við einari framúr sangrødd og einum sterkum bólki, hevur vunnið honum nógv hjørtu gjøgnum árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder