Hósdagin var hátíðarhald í sambandi við, at Marius Müller hevði 25 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu.
Marius byrjaði á byggideildini hjá Tórshavnar kommunu í 1995, og í 1997 gjørdist hann fyrsti tekniski tekniski stjóri hjá kommununi. Hetta starvið hevði hann fram til 2004.
Seinnu árini hevur Marius verið leiðari á Byggimálsdeildini, og er hann nú settur í starvið sum leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
– Tað er látur og gott lag, har Marius er. Tú hevur eisini verið virkin í trivnaðinum á arbeiðsplássinum. Ikki bert við skemtisøgum, men eitt nú hevur tú verið millum berandi røddirnar í legendarisku Tórskallar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, m.a., tá hann helt røðu undir hátíðarhaldinum.
– Góði Marius – hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum og takk fyri avrik tíni, sum hava gjørt mun og ávirkan okkara bý og kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald