Uttanlands

Marius nú eisini skuldsettur fyri valdstøku

Sonur norsku krúnprinsessuna varð handtikin í gjárkvøldið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-11-19 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska kongshúsið hevur fingið enn ein trupulleika eftir at norska løgreglan í gjár handtók sonin hjá Mette Marit krúnprinsessu, Marius Borg Høiby, og víðkaði skuldsetingarnar móti honum til eisini at fevna um valdstøku.

NRK skrivar, at løgreglan klokkan 23.12 í gjárkvøldið støðgaði bilinum har Marius Høiby var í saman við kvinnuni frá sokallaðu Frogner-hendingini – tað er fyrverandi unnustan, sum Marius hótti heima hjá henni 3. august og eisini framdi herverk í íbúðini.

Handtøkan fór, sambært NRK, fram í Saugum býarpartinum. Prinsessusonurin hevur sitið fongslaður í nátt, og enn er ikki tikin støða til, um roynast skal at fáa hann varðhaldsfongslaðan, skrivar NRK.

Skuldsetingin ljóðar upp á kynsligt samband við ein, ið antin er óvitandi ella av øðrum orsøkum ikki megnar at standa móti gerðini, skrivar NRK við løgregluni í Oslo sum keldu.

Kvinnan, sum hevur verið úti fyri hesum, er ikki fyrr órættað, og tí hevur Marius Høiby nú fimm álvarsligar skuldsetingar móti sær - móti fýra kvinnum og einum manni, skrivar NRK.

Hesar eru skuldsetingarnar:

  • Kvinnan frá Frogner-hendingini: Fyrrverandi unnusta. Høiby er skuldsettur fyri “harðskap í nærsambandi”, herverk, fyrilitaleysan atburð og brot á tilhald. Hetta var tað, ið hendi í Frogner 3. august. Hendan kvinnan var saman við Marius Høiby, tá hann varð handtikin í gjár.
  • Nora Haugland: 26 ár, modell og influensari – unnusta frá sumri 2022 til 2023. Høiby er skuldsettur fyri harðskap í nærsambandi.
  • Juliane Snekkerstad: 29 ár, modell, influensari og sjónleikari – unnusta frá 2018 til 2022. Høiby er skuldsettur fyri harðskap í nærsambandi.
  • Kvinna í 20’unum: Høiby er skuldsettur fyri valdstøku, tó ikki samlegu. Hon kendi ikki Høiby áðrenn tey møttust einaferð fyrr í ár. Avgerðina um at reisa hetta málið tók løgreglan 6. november 2024.
  • Maður í 20’unum: Høiby er skuldsettur fyri at hava hótt mannin eftir lívinum. Hóttanirnar vórðu bornar fram í telefonsamrøðu og í einum boðum á Instagram. Viðkomandi er síðan fluttur uttanlands. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder