2026-05-09 16:07
Á Mentanarnáttini, sum verður a Tvøroyri 29. mai, fer Marius Ziska við bólki at framføra.
Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.
– Marius er fólkaogn og hvørt mannsbarn kennir fantastisku løgini, ið seinastu mongu árini hava rungað í útvarpinum og á festivalunum kring landið. Afturat gandakendu røddini hjá forsangaranum, sleppa vit eisini at hoyra einastandandi góðu tónleikararnir í bólkinum.
– Gleðið tykkum til ”Nærveran”, ”Going Home”, ”Villingarsjónin”, ”Ongin er orsøk" og mangar aðrar landaplágur, frá tónleikaúrmælingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald