Mentan

Marja og Niels í Spaniastovu

Leygarkvøldið 8. februar verður konsert við samisku Marju Mortensson og Niels Midjord

2020-02-04 19:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv bendir á at eisini túsund ára gamal tónleikur er viðkomandi í 2020. Fyri samar er tað joikur, meðan fyri føroyingar eru tað kvæðini og kingossangur. Konsertin hjá Niels Midjord og Marja Mortensson er ein partur av Norðurlendskum samarbeiði skipað undir PULS-verkætlanini.

Talan er um siðbundnan føroyskan og samiskan tónleik í Spaniastovu leygarkvøldið 8. februar.

Marja Mortensson
Marja Mortensson er ungur samiskur joikari og sangari úr Svahken Sïjte í Noregi. Tónleikur hennara er sterkt rótfestur í suðursamiskari mentan og drivin av stríðnum fyri at verja hótta suðursamiska málið.

Marja hevur granskað gamlar upptøkur, og hevur á tann hátt lært seg gomlu siðbundnu joikini hjá sínum forfedrum. Hesi hevur hon sett í eitt vakurt ljóðlandslag, har rúnarbindandi rødd hennara verður stuðlað av Daniel Herskedal á tuba og Jakop Jannssøn á slagverki. Framførslurnar hjá teimum sigast at vísa eina djúpa fatan av søguni handan tónleikin og týdninginum, hann hevur fyri suðursamiska fólkið.

Marja Mortensson hevur 3 útgávur á baki Aarehgijre / Early Spring 2017, Mojhtestasse/ Cultural Heirlooms, 2018 og Lååje / Dawn, 2019. Fyri Mojhtestasse vann hon Spillemansprisen 2018, og var somuleiðis innstillað Norðurlendsku Tónleikaviðurslønina í 2018.

Niels Midjord
Niels Midjord er bæði nærlagdur og egin í sínum arbeiði við tónleiki og framførslum. Frá pallinum kenna vit hann sum ein fjølbroyttan tónleikara, sum fevnir frá skemtiligum vísum, Kingosangi, tulkingum av Leonard Cohen og Alf Prøysen.

Í øllum hesum er eyðsæð at Niels er hugtikin av arbeiðnum hjá Mariannu Clausen við kvæðaløgum, sálmaløgum, vísiløgum og skjaldur. Hetta kemur at hoyrast aftur á konsertunum í Spaniastovu 8. februar kl. 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder