Mentan

Marjun í Kálvalíð prædikar á ólavsøku

Gudstænastan í ár verður øðrvísi – Í ár verður tað einans tey, ið ganga skrúðgongu, kirkjutænarar/hjálparfólk og eitt kór, ið koma at vera inni í kirkjuni ólavsøkudag

Marjun í Kálvalíð (Mynd: Fólkakirkjan)

Marjun í Kálvalíð (Mynd: Fólkakirkjan)

2020-07-11 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Orsakað av COVID-19 og almennu tilmælini verður gudstænastan ólavsøkudag tó øðrvísi enn vanligt, skrivar folkakirkjan.fo.

Í ár verður tað einans tey, ið ganga skrúðgongu, kirkjutænarar/hjálparfólk og eitt kór, ið koma at vera inni í kirkjuni.

Tað er elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, sum prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Marjun í Kálvalíð.

Marjun varð vígd prestur í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Í september í fjør tók hon við embætinum í Vága prestagjaldi burturav, har hon, enn sum áður, røkir kallið saman við Ingu Poulsen Dam.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder