Mentan

Marjun skal røkja nýggja embæti sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi

Marjun í Kálvalíð røkir nýggja fulltíðar embæti í Vága prestagjaldi frá 1. september 2019

Mynd: Folkakirkjan.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

2019-05-08 10:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vága prestagjald hevur í mong ár havt eina normering á 1,5 sóknarprest. Norðstreymoyar vestara prestagjald og Vága prestagjald hava samstarvað við atliti at sóknarprestinum við bústaði í Vestmanna. 

Í januar 2019 varð eitt fulltíðar embæti játtað Vága prestagjaldi. 

Norðstreymoy varðveitir tey trý embætini. Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi vera tveir sóknarprestar. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er ein sóknarprestur. 

Atlit vórðu tikin til veruleikan, at Marjun í Kálvalíð longu var kallað sum sóknarprestur í omanfyri nevndu prestagjøldum. Virðingin fyri kallinum bar í sær, at farið varð undir eina tilgongd, har allir avvarðandi partar vórðu kunnaðir og hoyrdir. 

Eftir samráð við kirkjuráðini í Vága prestagjaldi, Prestafelagið og Mentamálaráðið, verður boðað frá, at Marjun í Kálvalíð røkir nýggja fulltíðar embæti í Vága prestagjaldi frá 1. september 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder