
Fólkakirkjan hevur í dag kunngjørt, at frá 1. februar komandi ár verður ein nýggj tænasta í fólkakirkjuni. Talan er um ein integratiónsprest, sum kemur at gera tænastu millum teirra, ið eru nýføroyingar.
Tað er Marjun Lómaklett, ið er sett í starvið. Seinastu árini hevur hon starvast sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi - nú skal hon skjótt starvast sum integratiónsprestur í eitt ár. Meðan Marjun verður burtur frá kallinum sum sóknarprestur, verður tað Øssur Kjølbro, ið eisini er úr Klaksvík, ið verður virkandi sóknarprestur.
Guðstænastur á enskum
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at tað er sett sum mál, at vera við í taka væl ímóti teimum útlendingunum ið velja at seta búgv í Føroyum.
- Aðalmálið er at vera teimum fremmandu, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga. Tey fremmandu mega kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt.
Tveir teir fyrstu mánaðirnar fer Marjun Lómaklett at lýsa og greina økið og finna fram til, hvussu kirkjan á bestan hátt skipar tænastuna.
Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald