Innanlands

Marjun Weihe Thomassen virkandi stjóri á Landsverki

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki

2024-02-22 16:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur tikið avgerð um at seta Marjun Weihe Tjomassen, fíggjarleiðara á Landsverki, sum virkandi stjóra.

Hetta til starvið er sett av nýggjum.

Sigurd L. Lamhauge segði seg í gjár úr starvi sum stjóri á Landsverki. Seinni varð greitt, at hann fer at vera stjóri í IRF.

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki, sigur aðalráðið.

Les eisini: Hatta vildi Sigurd ikki standa modell til

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder