2020-12-14 19:17
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag, 14. desember, gevur Marjun Wolles út nýtt jólalag.
Talan er um eina innspæling av jólasálminum "Tú lítli staður Betlehem".
Lagið er tikið upp í Stúdíó Paradís í Reykjavík. Marjun Wolles syngur, og David lurton spælir klaver.
Tað er í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá abba hennara, Petur á Roykheyggi, at Marjun hevur spælt lagið inn og givið tað út. Hesin sálmurin er nevniliga yndis jólasálmur hansara, sigur Marjun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald