Uttanlands

Mark Carney verður nýggjur forsætisráðharri í Kanada

Eftirmaðurin hjá Justin Trudeau varð funnin sunnukvøldið

Mark Carney varð í gjár valdur til formann í liberala flokkinum og verður sostatt nýggjur forsætisráðharri í Kanada (Mynd: EPA)

Mark Carney varð í gjár valdur til formann í liberala flokkinum og verður sostatt nýggjur forsætisráðharri í Kanada (Mynd: EPA)

2025-03-10 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. januar legði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau frá sær sum formaður í liberala flokkinum, og í gjárkvøldið varð avloysari hansara funnin.

Nýggi formaðurin í liberala flokkinum og harvið eisini komandi forsætisráðharrin í Kanada, er Mark Carney fekk 85,9 prosent av atkvøðunum á formansvalinum, skrivar Ritzau.

Í fráfaringarrøðu sínari sunnukvøldið ávaraði fráfarandi forsætisráðharrin, Justin Trudeau um, at Kanada stóð frammanfyri einari "eksistentiellari avbjóðing".

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at gera Kanada til 51. amerikanska statin og hevur umrøtt Trudeau sum "Trudeau guvernørur".

Eisini Carney nevndi hetta í takkarrøðu sínari, har hann m.a. segði, at amerikanarar ynskja at yvirtaka kanadiskt tilfeingi, vatn, jørð og land.

– Hugsið um tað. Eydnast tað teimum, fara tey at oyðileggja okkara lívslag, segði Carney.

– USA er ikki Kanada. Kanada verður ongantíð ein partur av USA.

59 ára gamli Mark Carney er fyrrverandi stjóri í kanadiska miðbankanum. Hann verður fyrsti forsætisráðharrin í Kanada uttan royndir sum politikkari ella ráðharri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder