Uttanlands

Mark Rutte fær stuðul úr Svøríki

Niðurlendski forsætisráðharrin, sum er favorittur at gerast nýggjur Nato-aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg, fær stuðul frá nýggjasta Nato-limalandinum

Mark Rutte (Mynd: EPA)

Mark Rutte (Mynd: EPA)

2024-04-05 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska stjórnin stuðlar niðurlendska forsætisráðharranum Mark Rutte í at gerast Nato-aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg.

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson.

Mark Rutte er frammanundan favorittur at gerast eftirmaður hjá Jens Stoltenberg.

Hann fær stuðul frá fleiri stórum Nato-londum sum USA, Frakland, Týskland og Stórabretlandi, og nú eisini frá nýggjasta Nato-limalandinum Svøríki, sum í mars gjørdist 32. limalandið í verjusamgonguni.

– Mark Rutte er ein klókur leiðari við góðum royndum, sigur Kristersson sambært Ritzau og leggur afturat, at tørvur er á einum sterkum Nato í ótryggum tíðum.

Norski Jens Stoltenberg hevur verið Nato-aðalskrivari síðan 2014. Embætistíð hansara er longd tríggjar ferðir, og eftir ætlan fer hann frá 1. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder