Mentan

Markleys útbúgving 2019 verður 17. september

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum frá kl. 9 til 15. Umframt umboð úr Føroyum fara eisini umboð úr m.a. Onglandi, Noregi og USA at kunna um útbúgvingarmøguleikar.

2019-09-12 11:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu mongu árini hevur verið skipað fyri útbúgvingarmessuni "Markleys útbúgving".

Endamálið við tiltakinum er at upplýsa og kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands.

Á útbúgvingarmessuni vera umboð fyri vegleiðarar, lesandi og útbúgvingarstovnar í Føroyum. Eisini koma umboð frá ymiskum londum at kunna um útbúgvingarmøguleikar í teirra londum, millum annað úr Onglandi, Noregi og USA.

Møguleiki verður fyri at koma til framløgur, ið vera allan dagin. Eisini er møguleiki fyri at vitja ymisku luttakararnar á teirra básum har umboðini úr Føroyum, Norðurlondum og uttanfyri Norðurlond, eru til reiðar at hjálpa og kunna um útbúgvingarmøguleikar.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum tann 17. september 2019 frá kl. 9 – 15. Tiltakið er alment og ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder