Ár um ár veksur talið av útlendingum, sum koma til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági, og í ár var einki undantak.
Nýggjársaftansdag hitti Suðurrás Marko, sum saman við konu síni, kom úr Meksiko býi til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági.
Marko hevði hoyrt um nýggjárshaldið í Vági, og greiddi hann frá, at tá hann sá sjónbandaupptøkur á YouTube við stórari faklagongu, báli, víkingabáti og fýrverk, so mátti hann bara koma til Vágs at uppliva tað.
Marko luttók eisini í stóru faklagonguni, sum hesuferð taldi 160 menn og kvinnur.
- Onkur spurdi, um hann skuldi bera fakkulin fyri meg, men eg eri ikki komin allanvegin úr Meksiko fyri at lata onkran annan bera fakkulin á mál, segði Marko.
Marko segði við Suðurrás, at nýggjárashaldið í Vági var tað mest ótrúliga, hann hevði upplivað í lívinum.
Umframt Marko og kona hansara úr Meksiko, vóru eisini fólk úr fleiri øðrum tjóðum komin at uppliva nýggjárshaldið í Vági. M.a. vóru fólk komin úr USA, Belgia, Italia, Sveis, Hong Kong, Onglandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald