Mentan

Marmennilin avdúkaður leygardagin

Tað er kendi listamaðurin og myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt standmyndina við støði í gamlari søgn í bygdini

2020-08-17 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Standmyndin, Marmennilin, verður avdúkað í Elduvík leygardagin hin 22. august -
seinnapartin kl trý. Tað er kendi listamaðurin og myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt hana við støði í gamlari søgn í bygdini.

Fyri fáum árum síðan tóku elduvíkingar, og fólk sum standa bygdini nær – umvegis
bygdarfelagið – stig til at fáa bygdini hesa standmyndina til vega. Beinanvegin var stórur áhugi fyri átakinum millum fólk, og so væl hava fyritøkur og persónar stuðlað, umframt Runavíkar kommuna, at verkætlanin stendur upp og niður fíggjarliga, nú hon verður latin kommununi í varðveistlu leygardagin.

Meðan Hans Pauli Olsen hevur høgt myndina til, er væl av fyrireikingararbeiði gjørt við Vambaklett, har Marmennilin skal standa. Hetta er økið dygst omanfyri fjøruna og vestanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina. Nú standmyndin verður sett upp og avdúkað leygardagin, er hetta arbeiði eisini komið á mál.

Fyrireikararnir eru fullgreiðir um serligu støðuna í landinum, og hava tí tikið øll neyðug atlit til tess at forða smittuspjaðing hendan dagin. Meiri fæst at vita um hetta fram eftir vikuni.

Standmyndin hevur verið ávegis í eina tíð, ætlanin var at krøkja haldið í mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu, men tað miseydnaðist bæði í fyrru og í seinnu syftuni – og nú er mentanarvikan flutt til apríl mánað 2021 – tí varð hildið, at rættast var at fremja avdúkingina nú, meðan myndahøggarin eisini er í landinum og vitjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder