Innanlands

Marna er givin at vaska í Vágs skúla

Flestu skúlabørn í Vági seinastu áratíggini kenna Marnu, sum nú er farin frá eftir 40 ár sum reingerðarfólk

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-11-18 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Marna Bjarkhamar er farin frá vegna aldur eftir at hava starvast sum reingerðarfólk í Vágs skúla í samfull 40 ár, og herfyri hevði Vágs kommuna eina hugnaliga fráfaringarløtu fyri Marnu.

Tað skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Bjarni Johansen, borgarstjóri, handaði henni blómur og gávubræv, og takkaði Bjarni eisini Marnu fyri hennara trúgvu tænastu, og helt fyri at hetta mátti hava verið eitt sera gott arbeiðspláss, tá man hevur nátt 40 ára starvsaldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder