Innanlands

Marnar Fríðheim Kristiansen vart ph.d. um krabba í Føroyum

Fríggjadagin 9. september vardi Marnar Fríðheim Kristiansen ph.d.-ritgerð um krabba í Føroyum, ítøkiliga um títtleika, deyðatal og yvirlivilsi.

Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Mynd Brynhild Thomsen/setur.fo)

Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Mynd Brynhild Thomsen/setur.fo)

2022-09-10 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verjan var í Kongshøll, har eini 120 fólk vóru til staðar, meðan fleiri fylgdu við á netinum.

Marnar Fríðheim Kristiansen hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum, meðan arbeiðið er farið fram á Landssjúkrahúsinum og í granskingarlonini hjá Ílegusavninum.

Høvuðsvegleiðarar hava verið Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, meðan Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Pál Weihe, professari á Fróðskaparsetrinum og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs og almannnaheilsu, formaður; Henrik Møller, professari, dr.med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark v.m.; og Liesbeth Van Eycken, dr., leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.

Marnar fekk fyrst høvi at greiða frá grundarlagnum undir granskingini, tølini fyri krabbatilburðir í Føroyum. Hann hevur gjøgnumgingið og eftirkannað krabbameinsskránna, sum varð stovnssett í 1994, men gongur aftur til 1960. Fleiri tilburðir afturat eru nú skrásettir og mannagongdir eru gjørdar fyri skráseting frameftir. Tilfarið er síðani samanborið við norðurlendsku tølini í NORDCAN skránni.

Marnar hevur skrivað fýra greinar sum part av ph.d.-verkætlanini: Um títtleika og deyðatal, Yvirlivilsi, Krabba hjá børnum, og Covid-19 og krabba.

Hann umrøddi munir á tilburðum í Føroyum og aðrastaðni, møguligar orsøkir og at enda tørvin á skipan av økinum og framtíðar granskingarevni.

Metingarfolkini Henrik Møller og Liesbeth Van Eycken róstu Marnari fyri stórt og týdningarmikið arbeiði. Tey bjóðaðu síðani til kjak um mátarnar, sum hann hevur valt at arbeiða, um tølini og skipanina og um ymisk hugtøk, sum eru brúkt.

Kjakið var gott og áhugavert, eisini fyri onnur enn fakfólk á økinum.

Verjan tók umleið tveir tímar. Eftir ein stuttan fund kunngjørdi Pál Weihe, formaður í metingarnevndini, at hon var samd um, at Marnar til fulnar hevði lokið treytirnar fyri at fáa ph.d.-heitið.

Hans Pauli Joensen, vararektari, handaði síðani Marnari Fríðheim Kristiansen ph.d.-prógv.

Ritgerðin kallast "Cancer Epidemiology in the Faroe Islands". Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her, og verjan sæst her.

Verkætlanin er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum, Krabbameinsfelagnum og øðrum.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder