Innanlands

Marnar Fríðheim Kristiansen verjir sína ph.d í næsta mánað

Læknin hevur skriva um krabbameinsepidemiologi í Føroyum. Í ph.d.-ritgerðini verður millum annað staðfest, at krabbameinstíttleikin í Føroyum sum heild ikki er líka stórur sum í hinum Norðurlondunum, men at deyðatíttleikin er á umleið sama stigi

Marnar Fríðheim Kristiansen tá hann fekk ársins miðlaheiðursløn 2021 fyri  sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Marnar Fríðheim Kristiansen tá hann fekk ársins miðlaheiðursløn 2021 fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-16 17:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 9. september fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Læknin av Skála hevur millum annað verið nógv frammi í samband við korona, og í fjør fekk hann ársins miðlaheiðursløn 2021 fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina.

Seinastu tíðina hevur Marnar Fríðheim Kristiansen verið ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum, og í næsta mánaði fer hann at verja sína ritgerð.

- Niðurstøðan í granskingini vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving.

Í niðurstøðini verður komið inn á, at í høvuðsheitinum hevur ov lítil gransking gjørd innan krabbamein í Føroyum. 

Verjan er almenn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder