Í 2023 kom dystopiska skaldsøgan ‚Dreymsótt’ eftir Rakel Helmsdal. Hon gongur fyri seg í 2036, tá Føroyar eru vorðnar eitt korrupt eftirlitsamfelag, har stjórnin likist nógv meira einaveldi enn demokrati.
Fólk liva kúgað av eini harðari Stigaskipan undir ævigum eftiliti av “Einglunum”, dronunum sum alsamt flúgva gjøgnum gøturnar og skráseta alt og øll. Fýra kvinnur í ymsum aldri eru við til at seta ferð á eina kollvelting, sum leingi hevur ligið og prutlað undir kúgaða fólkinum.
‚Dreymsótt’ endar við miseydnaðu kollveltingini, og alt tykist vera farið fyri skeytið.
Nú kemur ‚Marra’ – hin helvtin av søguni. Bókin er eitt beinleiðis framhald, og vit byrja við miseydnaðu kollveltingina og fylgja teimum fimm høvuðspersónunum, meðan tey hvør í sínum lag royna at sleppa sær burtur úr ræðuleikunum.
Hvat gert tú, tá einasti møguleikin at bjarga tínum egnu og tínum landi er at rýma av landinum? Og hvussu rýmir tú, tá Stjórnin hevur eftirlit við øllum farum? Og ber til at rýma úr einum fongsli, sum er inni í einum fjalli, og sum almeningurin ikki veit er til?
Sprotin gevur bókina út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald