Í morgin verður ein spennandi rakettuppskjóting í Cape Canaveral í USA. Endamálið er at flyta eitt koyrandi akfar – ein rovara – upp til gongustjørnuna mars.
Fyri havnarmannin David Arge Klevang Pedersen, sum arbeiðir sum verkfrøðingur á serligu rúmdardeildini hjá Danmarks Tekniske Universitet, DTU Space, er hetta ein spennandi hending, tí hann eigur sín serligan lut í hesum amerikanska marsfarinum, sum hevur fingið navnið Perserverance, ið merkir ágrýtni ella treystleiki.
333
David Klevang Arge Klevang Pedersen hevur verið við til at menna navigasjónsútgerðina á Perseverance.
Rakettin Atlas V-541 við marsfarinum umborð verður send upp klokkan 07.50 lokala tíð í morgin, tað er 11.50 okkara tíð. Eftir ætlan kemur Perseverance fram til mars 18. februar 2021. Lendingarstaðið er ein goskoppur á mars, kallað Jezero Crater. Her skal farið kanna og savna tilfar og serliga leita eftir, um møguliga okkurt slag av lívi hevur verið á mars.
Sum skilst skal farið arbeiða á mars í eitt mars-ár, tað eru 687 jarðarsamdøgur.
Sí meira á serligu heimasíðuni hjá Nasa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald