Martin Kúrberg er ársins føroyingur 2019. Tað kunngerð Sosialurin í kvøld.
Nógv uppskot vóru til Ársins Føroying, men Sosialurin hevur valt at geva heoðurin til 51 ára gamla Martin Kúrberg. Hann hevur í nógv ár hjálpt fólki sum eru komin illa fyri. Hann er dagligur leiðari á Herberginum, og á viðgerðarstovninum Frælsinum á Eiði, verða nógv fólk hjálpt aftur á røttu kós.
- Tað er ein stór æra at fáa hesa viðurkenning. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg royni at gera heimin eitt sindur betri hvønn dag við at bjarga og hjálpa nøkrum menniskum. Men eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður, sigur Martin Kúrberg millum annað við Sosialin, sum hevur longri samrøðu í blaðnum í kvøld.
Øssur Berghamar gjørdist ársins føroyingur 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald