Innanlands

Martin Mohr Olsen hevur vart sína ph.d.

Havnarmaðurin skrivaði ritgerðina "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic", og verjan á DTU fríggjadagin gekk væl

Tað var Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship, sum leiddi verjuna, og eydnaðist hon væl. Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði við ph.d.-ritgerðini (Mynd:setur.fo)

Tað var Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship, sum leiddi verjuna, og eydnaðist hon væl. Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði við ph.d.-ritgerðini (Mynd:setur.fo)

2023-12-05 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 1. desember vardi Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Havnarmaðurin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetri Føroya og Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Hendan ph.d.-verkætlanin er samstarv millum Setrið, DTU, Tórshavnar kommunu og Hugskotið, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Jason Li-Ying, professari á DTU Entrepreneurship, var høvuðsvegleiðari. 
Hjávegleiðarar vóru Francesco Rosati, lektari á DTU Entrepreneurship, Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetrinum og Lau Øfjord Blaxekjær, adjungerðaur námslektari á Fróðskaparsetrinum.

Í metingarnevndini vóru: Maria Theresa Norn, lektari á DTU Entrepreneurship, Leslie King, professari á Royal Roads University í Kanada og Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum

Tað var Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship, sum leiddi verjuna, og eydnaðist hon væl, staðfestur setur.fo. Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði við ph.d.-ritgerðini "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".

Til ber at lesa úrtakið, sum er á donskum, á setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder