Uttanlands

Martti Ahtisaari er deyður

Fyrrverandi finski forsetin andaðist í morgun, 86 ára gamal

Martti Ahtisaari fekk friðarheiðursløn Nobels í 2008 (Mynd: Reuters)

Martti Ahtisaari fekk friðarheiðursløn Nobels í 2008 (Mynd: Reuters)

2023-10-16 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari er deyður.

Hann andaðist tíðliga í morgun, 86 ára gamal.

Ahtisaari varð føddur 23. juni 1937 í býnum Vyborg, sum tá var partur av Finnlandi men sum nú er partur av Russlandi.

Hann hevði eina langa politiska yrkisleið. Hann var forseti í Finnlandi frá 1994 til 2000, og seinni varð hann eisini sendifólk hjá ST í Kosovo. Í 2008 fekk hann friðarheiðursløn Nobels fyri sítt diplomatiska arbeiði, skrivar Ritzau.

Í september 2021 varð boðað frá, at Ahtisaari hevði fingið staðfest demens.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder