2022-04-23 09:32
Mánadagin, 25. apríl klokkan 16.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi í Vágum.
Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.
Byrjað verður at ganga úr Miðvági klokkan 15.40 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági klokkan 15.40 frá Virkishúsinum við Ánna.
Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin, og síðani verður tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparfelag Føroya, sum fer at halda flaggdagsrøðuna.
Kommunan bjóðar kaffi, te og saft, men fólk skulu taka egnan kopp við, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald