Tá kongshjúnini vitjaðu í grønlendska høvuðsstaðnum í gjár, gjørdist tað heldur dramatiskt eina løtu. Mary drotning varð nevniliga ákoyrd av einum elektriksum skutara.
Mary drotning fekk ongan skaða, og tað gjørdi førarin av skutaranum heldur ikki.
Grønlendska løgreglan hevur kannað málið nærri, og niðurstøðan er, at hetta er eitt óhapp sum kann henda. Í stóru fólkamongdini var tað ein førari av einum el-skutara, sum rætti hondina fram og ynskti at taka í hondina á drotningini.
Í tí at førarin rætti hondina fram kom hann undir spitaran, og tað var tað sum førdi til ein lítlan samanstoyt við drotningina.
Kongsvitjanin í Grønlandi endar í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald