Í dag hevur Mary drotning føðingardag. Hon fyllir 52 ár.
14. januar gjørdist hon drotning av Danmark, tá maður hennara, Fríðrikkur, tók yvir donsku trúnuna eftir móðir sína, sum legði frá sær.
Men dagurin í dag er ikki almennur flaggdagur í Føroyum.
Føroyska flaggkunngerðin er frá 2003. Broytingin, sum kom í gildi tá var, at tað ikki longur varð flaggað fyri Ingrid drotning, Benediktu prinsessu, Heindrikki prinsi, Joachim prinsi, frælsisdegi Danmarkar og Valdemarsdag, sum er danski flaggdagurin.
Harvið staðfesti kunngerðin, at tað einans verður flaggað fyri regentinum og trónfylgjaranum.
- Eftir trónskiftinum verður neyðugt at dagføra kunngerðina. Hetta er ikki gjørt enn, men verður væntandi gjørt í næstum, upplýsir løgmansskrivstovan.
Fríðrikkur kongur hevur føðingardag 26. mai – hann fyllir 55 næstu ferð – og Christian krúnprinsur fyllir 15. oktober, hann er 18 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald