Hennara hátign, Mary krúnprinsessa, fyllir 50 ár í dag.
Mary Elizabeth Donaldson var fødd 5. februar í 1972 á avstralsku oynni Tasmania. Síðan hon giftist við Fríðrik krúnprinsi 14. mai 2004, hevur hon verið donsk krúnprinsessa.
Saman við krúnprinsinum eigur hon fýra børn – Christian prinsur, Isabella prinsessa, og tvíburarnar Vincent prinsur og Josephine prinsessa.
Krúnprinsessan hevur vitjað í Føroyum tvær ferðir. Fyrstu ferð var í 2005, og seinast var í august 2018 saman við krúnprinsinum og børnunum.
Rundi føðingardagurin hjá krúnprinsessuni hevur verið hátíðarhildin við fleiri smærri tiltøkum. Ætlanin var eisini at hava eitt gallataffel á Rosenborg Slot fríggjadagin, men tann ætlanin mátti droppast orsakað av koronustøðuni.
Seinast krúnprinsessan var í Føroyum var í august 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald