Uttanlands

Mary krúnprinsessa fer ikki at fylgja kortini

Eitt mistak hjá bretska uttanríkismálaráðnum ger, at Mary krúnprinsessa ikki verður við í fylginum, tá Elizabeth drotning fer til gravar mánadagin

Mary krúnprinsessa (Mynd: Sverri Egholm)

Mary krúnprinsessa (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-16 17:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður uttan Mary krúnprinsessu, tá Elizabeth drotning verður grivin í London mánadagin.

Orsøkin er ein protokolmistak hjá bretska uttanríkismálaráðnum, upplýsir Kongshúsið sambært Ritzau tíðindastovuni.

Fyri fáum døgum síðani boðaði Kongshúsið annars frá, at Mary krúnprinsessa skuldi til Bretlands saman við Margrethu drotning og Fríðriki krúnprinsi at fylgja.

Sostatt verða tað bara danska drotningin og krúnprinsurin, sum vera við sum umboð fyri Danmark.

Jarðarferðin verður úr kirkjuni Westminster Abbey í London.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder