Innanlands

Maskinmeistarafelagið fær lønarhækkan á 4,75 prosent

Nýggjur trý-ára sáttmáli er gjørdur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - hann gongur tó út næsta ár. Ein heimild er knýtt í viðvíkjandi staðbundnum og serstøkum avtalum um arbeiðstíð

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. - Nú kunnu vit taka í hondina á hvørjum øðrum og smílast og hyggja víðari, segði Per Martin Gregersen (Mynd: kaf.fo)

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. - Nú kunnu vit taka í hondina á hvørjum øðrum og smílast og hyggja víðari, segði Per Martin Gregersen (Mynd: kaf.fo)

2024-12-12 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava í dag tikið undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið tann 11. desember 2024.

Tað stóð annars nærum í botni, gamli sáttmálin var langt síðani gingin út, og stór ósemja var um serliga arbeiðstíðarreglurnar.

Gamli sáttmálin varð gjørdur á sumri 2020 og var galdandi til 30. september 2022. Harvið hevur tað drigið nógv út, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur í dag við Kringvarpið, at júst hetta er eitt sindur flovisligt. 

- Nú stendur man so við einum sáttmála, sum man sum so kann liva við(...) føla at vit hava givið okkum so langt, sum vit yvirhøvur kunnu.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tyktiskt heldur meira nøgdur - tó at summi krøv ikki komu við í sáttmálin.

Og hesin nýggi sáttmálin er so galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025. Harvið vera nógvar lønarkrónur goldnar við afturvirkandi kraft.

Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %

Skipan av arbeiðstíð ein lykil - greiðari reglur fyri vaktarbroytingum  

Í sambandi við semjuna skriva partarnir, at ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan.

Millum annað eru reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.

Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder