placeholder
Innanlands

Maskinmeistarafelagið fingið tveir nýggjar nevndarlimir

Aðalfundur var seinasta leygardag, og tá vóður Ólavur Østerø og Róvi K. Hansen nývaldir

Ólavur Østerø, Regin Olsen, Ólavur Gunnarsson, formaður, Tummas Eli Høj Joensen, Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss. Rógvi K. Hansen var burturstaddur (Mynd: Maskinmeistarafelagið)

Ólavur Østerø, Regin Olsen, Ólavur Gunnarsson, formaður, Tummas Eli Høj Joensen, Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss. Rógvi K. Hansen var burturstaddur (Mynd: Maskinmeistarafelagið)

2022-03-21 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta leygardag hevði Maskinmeistarafelagið ársaðalfund.

Á nevndarvalinum stóðu John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali, og John Højsted, sum hevur sitið leingi í nevndini, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali.

Í nevndina vórðu síðani valdir Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen. Teir eru báðir nývaldir.

Til tiltakslimir vóru valdir Poul Heri Selfoss og Róald Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder