2020-10-30 13:57

Maskinmeistarafelagið stuðlar Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfallinum.
Hesum boðar nevndin í Maskinmeistarafelagnum frá í dag. Nevndin sigur soleiðis í fráboðan, sum er sent miðlunum:
Við hesum vil Maskinmeistarafelagið lýsa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sín fulla stuðul í verkfallinum.
Samstundis heita vit á limir okkara í Maskinmeistarafelagnum um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Eisini vilja vit heita á sáttmálapartarnar um at taka samráðingarnar uppaftur, og fáa eina virðiliga semju í lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald