Tað dró út, men seinnapartin í gjár eydnaðist Maskinmeistarafelagnum og Fíggjarmálaráðið at koma undir land við samráðingunum um nýggjar sáttmálar.
Neyðugt varð við semingsstovninum. Eina løtu var vandi fyri verkfalli á økinum - hjá maskinmeistarunum hjá Strandferðsluni (SSL) og maskinmeistarum á Jákupi Sverra - men so varð ikki.
Talan varð um trý-ára sáttmálar við afturvirkandi kraft til 1. oktober 2022, tá teir gingu út. Lønarhækkanin 1. oktober í ár verður 4,45 prosent. Nýggju sáttmálarnir eru galdandi til og við 30. september 2025.
- Vit hava hálað nakað inn á hesum økjum, sjálvt um vit kundu hugsað okkum meira. Men í seming fáa partarnir sjálvandi ikki øll síni krøv ígjøgnum, og vit hava eisini mugað slakað á summum økjum. Tað mest týðandi fyri okkum við hesi semjuni, tá vit hugsað um SSL, er hinvegin, at arbeiðsgevarasíðan vísir, at hon hevur virðing fyri frítíðini hjá maskinmeistarunum, at hon viðurkennir, at teir hava krav uppá greiðari skipan av arbeiðstíðini, og at avloysarar av øllum slag eisini hava krav uppá betri skipað viðurskifti, enn teir higartil hava havt, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hjá Maskinmeistarafelagnum hava arbeiðstíðarreglur, betri løn fyri úrtíðararbeiði og betri viðurskifti hjá avloysarum verði kjarnumál í samráðingunum um nýggjan SSL-sáttmál - umframt tey generellu lønarkrøvini, skrivar Maskinmeistarafelagið eftir semjuna.
- Fyri maskinmeistararnar á Jákup Sverra merkir semjan eitt nú, at teir fram eftir beinanvegin fara at fáa fulla samsýning, tá teir røkja fyribilsstarv á hægri stigi, enn teir eru settir til. Higartil hava teir skulað røkt maskinmeistarastarv á hægri stigi í minst eina viku, áðrenn teir kundu krevja somu løn, sum starvið er flokkað til. Fyri fyribilsstarv sum maskinstjóri var markið tó tríggjar dagar, áðrenn tann fyribilssetti fekk maskinstjóraløn.
------------------------------------
Semjan:
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2022 til 30. september í 2025.
Broytingar í sáttmálanum fyri Strandfaraskip Landsins
Hækkingar í løn og eftirløn:
- Lønin hækkar 3,80 % tann 1. oktober 2022
- Lønin hækkar 4,20 % tann 1. oktober 2023
- Lønin hækkar 4,45 % tann 1. oktober 2024
Allar aðrar broytingar í sáttmálanum eru galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður.
§ 1. Starvssetan og uppsøgn
stk. 2 Orðið “frítíðaravloysarum “ verður broytt til “avloysarum”.
§ 2. Avloysarar og fyribilsstørv
stk. 2. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 1, so kann SSL hava avloysarar, fastar ella tímaløntar, og fyribilsstørv í ásetta avmarkaða tíð, uttan at hesir arbeiða fyri annað navngivið fólk. Setanar- og arbeiðstreytirnar skulu vera lýstar og arbeiðstíðsreglar skulu fylgja § 14 í sáttmálanum.
stk 3. Avloysarar, fastir og tímaløntir og fyrbilsstørv fáa úrtíðarløn og eykasamsýning eftir reglunum í § 14 og 16 í sáttmálanum.
stk. 4. Avloysarar, fastir ella tímaløntir og fyribilsstørv fáa eisini lønar- tænastualdurskort samb. § 9 stk. 3 & 4 í sáttmálanum.
§ 10.Fyribils tænasta í hægri starvi
Maskinmeistarar, motorpassarar og elektrikarar, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslag fyribils røkja hægri størv, eiga í hesum tíðarskeiði at verða løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vóru settir í starvið, treytað av, at teir yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.
Tíðarskeiðið verður uppgjørt í tímum og útgoldið.
§ 10. Stk. 2 verður strika.
§ 11. Samsýning fyri undirvísing
Tímaløn fyri undirvísing verður hækkað úr kr. 300,- til kr. 400,-.
§ 14. Arbeiðstíð
Stk. 1. Arbeiðstíðin verður løgd soleiðis, at arbeiðstíðin í 2 mánaðir ikki er omanfyri 2x197,2 tímar (197,2 = 45.5 x 52/12), og arbeiðstíðin í ein mánað ikki er omanfyri 250 tímar. Arbeitt verður eftir fastlagdari arbeiðsskipan, har meginreglan er, eitt tíðarskeið umborð og tilsvarandi tíðarskeið frí.
Í staðbundnari avtalu, gjørd millum reiðarí og felagið, kann verða vikið frá ásetingunum um, hvussu langt tíðarskeið, arbeiðstíðin verður gjørd upp fyri.
Stk. 2. Fyri tímaløntan avloysara verður arbeiðstíðin gjørd upp fyri hvønn mánaða, tó kann arbeiðstíðin í ein mánað ikki vera omanfyri 300 tímar.
Nýtt stk. 3. Fastur avloysari arbeiðir eftir arbeiðsætlan løgd fyri 3 mánaðir ísenn. Arbeiðstíðin kann verða ymisk frá mánaða til mánaða, tó kann arbeiðstíðin í ein mánað ikki vera omanfyri 300 tímar.
Fyri hvønn ársfjórðing verður arbeiðstíðin uppgjørd og møguligir meirtímar útgoldnir smb. §16 Arbeiðsnormurin fyri hvønn ársfjórðing roknast sum 2366/4=591,5 tímar. Um fastur avloysari fer úr starvið so verður írestandi tímar ikki mótroknaðir mánaðarlønini.
Stk. 8. Síðsti setningur í stk. 8 verður fluttur til nýtt stk. 6 í § 16, sí niðanfyri undir § 16.
Stk. 9. Tann, ið fevndur er av hesum sáttmála, skal til eina og hvørja tíð hava atgongd til sína arbeiðstíðarskráseting.
Tá starvsfólk, ið er fevnt av hesum sáttmála fer úr starvi, skal starvsfólkið fáa sína arbeiðstíðarskráseting fyri 3 teir seinastu mánaðarnar undan starvsenda.
§ 16. Meirarbeiði og avspáking
Tímalønin fyri meirarbeiði verður roknað soleiðis:
Ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 1,50
Fyri frakttúrar sum viðføra meirtímar verður tímalønin roknað sum ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 1,75. Verða hesir meirarbeiðstímar avspákaðir, verður hvør meirarbeiðstími roknaður sum 1,75 tími.
Um starvsfólk verða áløgd at taka meirbeiði í einum frítíðarskeiði í fastløgdu arbeiðsskipanini, verður fyri fyrstu 3 tímarnar veitt 50 % afturat tímalønini (ársløn á viðkomandi stigi/2366 x1,50). Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar verður veitt 100 % afturat tímalønini (ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 2,00)
Løn fyri meirarbeiði í frítíðarskeiðinum kann ongantíð verða minni enn 5 tímar.
Stk. 2, 3, 4 og 5 eru óbroytt.
Nýtt stk. 6. Tá Smyril fer í dokk, fylgir manningin skipinum og manningaskift verður ikki í dokkingar-tíðarskeiðinum.
Fyri arbeiði í frívikuni verður veitt 50% afturat vikulønini fyri 91 tímar.
§ 17. Kostpeningur
Frá 1. januar 2024 verður endurgjaldið 200 kr. um dagin.
§ 20. Barnsferð.
Í stk. 5 verður orðingin broytt soleiðis:
Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar við løn kunnu liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið tó eftir viku 14.
Hendan ásetingin fær gildi fyri børn fødd eftir 1. oktober 2024.
§22. Tænastuferðir
Stk. 2. Tá maskinmeistarar eru í tænastu ørindum, verður ein dagur at rokna við sama tímatali sum arbeiðsdagurin í vaktarskipanini. Er maskinmeistari á tænastuferð á einum frídegi, verður hann løntur eftir §16 stk. 1.
Broytingar í sáttmálanum fyri Jákup Sverra
Hækkingar í løn og eftirløn:
- Lønin hækkar 3,80 % tann 1. oktober 2022
- Lønin hækkar 4,20 % tann 1. oktober 2023
- Lønin hækkar 4,75 % tann 1. oktober 2024
Allar aðrar broytingar í sáttmálanum eru galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður.
§ 1. Starvssetan og uppsøgn.
Hesin sáttmáli er galdandi fyri maskinmeistarar og maskinistar á ”Jákup Sverra”.
§ 10. Barnsferð.
Í stk. 5 verður orðingin broytt soleiðis:
Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar við løn kunnu liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið tó eftir viku 14.
Hendan ásetingin fær gildi fyri børn fødd eftir 1. oktober 2024.
§ 11. Fyribilstænasta í hægri starvi
Maskinmeistarar/maskinistar, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi, fyribils røkja hægri størv, eiga í hesum tíðarskeiði at verða løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vórðu settir í starvið, treytað av, at teir yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.
§ 15. Samsýning fyri undirvísing
Tímaløn fyri undirvísing verður hækkað úr kr. 300,- til kr. 400,-.
§ nýggj grein. Samsýning í samband við serligar uppgávur.
Í samband við serligar uppgávur, uttanfyri virkisøkið hjá Havstovuni, herundir kaðal, DP arbeiði og botnkanningar / Seismikk o.l, fær manningin 20% av samsýningini fyri uppgávuna, sum verður býtt millum manningina í mun til føstu lønina.
Protokolat:
Partarnir ásanna, at neyðugt er at viðgera og endurskoða flokking av skipinum.
Hetta arbeiðið skal verða liðugt innan 1. september 2024.
Verða partarnir samdir um eina broyting í flokkingini, verður broytingin sett í verk við virkna frá 1. september 2024.
Tórshavn, tann 18. juni 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald