Uttanlands

Masoud Pezeshkian nýggjur forseti í Iran

Maðurin, sum avloysir Ebrahim Raisi er royndur politikari og skurðlækni – Hann er m.a. farin til val uppá at bøta um virðuskiftini við Vesturheimin og sleppa kravinum um, at kvinnur í Iran skulu ganga við turriklæði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-06 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir seinna umfar av iranska forsetavalinum í gjár er nú greitt, at Masoud Pezeshkian verður nýggjur forseti í Iran.

71 ára gamli Pezeshkian er hjartaskurðlækni og royndur politikari. Hann er m.a. farin til val uppá at bøta um virðuskiftini við Vesturheimin og sleppa kravinum um, at kvinnur í Iran skulu ganga við turriklæði, skriva fleiri tíðindastovur.

Pezeshkian fekk 44,4 prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfarinum 28. juni, og í seinna valumfarinum fekk hann 54,7. Hitt valevnið, Saeed Jalili fekk 40,3 prosent í fyrra umfarinum og 45,2 prosent í seinna umfarinum.

Forsetaval varð útskrivað eftir at Ebrahim Raisi forseti doyði í einari tyrluvanlukku 19. mai. Valluttøkan var 49,8 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder