Innanlands

Mass Hoydal verður leiðari fyri Visit Runavík

Talan er um avloysarastastarv fram til 1. mai næsta ár

Mass Hoydal, her saman við borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen

Mass Hoydal, her saman við borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen

2024-03-27 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi í farnu viku tikið avgerð um at seta Mass Hoydal í fyribils starv sum leiðari fyri Visit Runavík.

Mass Hoydal, sum í løtuni stendur á odda fyri Visit Sandoy, verður leiðari fyri Visit Runavík meðan Marjun Niclasen er í farloyvi fram til 1. mai næsta ár.

Leiðarastarvið var lýst leyst at søkja í februar, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru átta umsóknir komnar til starvið. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. apríl 2024 til 1. mai 2025.

Mass Hoydal er 47 ára gamal, og hann starvast í løtuni sum leiðari fyri Visit Sandoy. Mass Hoydal hevur fjølbroyttar starvsroyndir m.a. frá Museum Sydøstdanmark og mest er hann kendur fyri at vera verkætlanarleiðari fyri SavnsGulli, ið snýr seg um at talgilda alt útvarps- og sjónvarpssavnið hjá  Kringvarpi Føroya.

Harumframt hevur Mass royndir innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring, ferðavinnumenning og hevur megnað at leiða, skipa og føra stórar verkætlanir á mál. Mass Hoydal er útbúgvin magistari í miðaldarfornfrøði frá Lærda Háskúlanum í Århus, og hevur eisini nomið sær útbúgving í leiðslu.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder