Mentan

Matarvanarnir mugu broytast í framtíðini

Vit skulu eta minni kjøt og epli og nógv meira grønmeti, nøtir og bjólgfrukt, sigur nýggj vísundalig frágreiðing

(Mynd: eatforum.org)

(Mynd: eatforum.org)

2019-01-17 15:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú skalt eta sunt og burðardygt í 2050, so skal kjøtnýtslan minkast niður í eina helvt. Hetta kemur fram í eini nýggjari frágreiðing frá EAT-Lancet-nevndini, ið júst er almannakunngjørd.

EAT felagsskapurin varð stovnaður av norska læknanum og umhvørvisstríðskvinnuni Gunhild Stordalen í 2011.

Felagsskapurin hevur í samstarvi við virda læknavísindaliga tíðarritið Lancet arbeitt við at kanna hvat skal til fyri at breyðføða øll heimsins fólk í 2050 tá vit vera um tíggju milliardir í tali.

Tey halda, at matarvanarnir skulu broytast munandi.

[object Object]Norska Gunhild Stordalen, gift við ríkmanninum og hotelleigaranum Petter Stordalen, er stigtakari til stóru kanningina, sum EAT felagsskapurin ger saman við Lancet (Mynd: EPA)

Í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd í nátt, kemur fram, at brúkið av reyðum kjøti og sukri skal minkast niður í helvt, meðan brúkið av nøtum, grønmeti og bjølgfruktum skal tvífaldast.

Málið er, at 35 prosent av kaloriunum skulu koma frá fullkorni og rótum, proteinkeldan skal í høvuðsheitum vera plantur, og harafturat umleið 14 gramm av reyðum kjøti og 500 gramm av grønmeti um dagin.

Tilmælið um dagin sær soleiðis út:
- Nøtir: 50 gramm
- Bønir, kikkertrar, flatbønir og aðrar bjølgfruktir: 75 gramm
- Fiskur: 28 gramm
- Egg: 13 gramm (svarar til uml. eitt egg um vikuna)
- Kjøt: 14 gramm av reyðum kjøti ella 29 gramm av høsnarunga
- Breyð, rís o.l.: 232 gramm
- Grønmeti við nógvum stívilsi: 50 gramm
- Mjólkarúrdráttur: 250 gramm (svarar til eitt glas av mjólk)
- Grønmeti: 300 gramm
- Frukt: 200 gramm

Rúmd skal eisini vera fyri 31 grammum av sukuri og 50 grammum av olivinolju ella líknandi oljum um dagin.

Ov nógv kjøt og epli
- Heimsins kostarhald má broytast munandi. Yvir 800 milliónir fólk uppliva trot á mati, og enn fleiri hava ósunnar matarvanar, sum er orsøk til sjúkur og styttri livitíð, sigur Walter Willet, doktari, í tíðindaskrivi. Hann er annar av høvuðsrithøvundunum til frágreiðingina.

- Maturin má tillagast og vera meira skiftandi, fleiri rávørur skulu stava frá plantum, og hartil skal vera minni av mati frá djórum, ómettaðari fiti heldur enn mettaðari, minni av raffineraðum korni, tilgjørdum mati og sukri í, leggur hann afturat.

Í frágreiðingini verður eisini sagt, at málini mugu tillagast lokalt. Til dømis eta tey í Norðuramerika næstan 6,4 ferðir meira enn viðmæltu mongdina av kjøti, meðan lond í Suðurasia bert eta helmingin av viðmæltu mongdini.

Øll heimsins lond eta ov nógv av grønmeti við stívilsi í, so sum epli. Ógvusligasta meirnýtslan er í Afrika sunnan fyri Sahara, har tey eta 7,5 ferðir meira enn viðmælið ljóðar.

Búnaðarkollvelting
- Her er talan um, at ein nýggj heimsumfatandi búnaðarkollvelting skal til. Tað finst ongin løtt loysn at loysa skaðiliga matbrúkið, men við at ávísa og seta tøl á mongdirnar innan fyri hóskandi rammur kunnu vit bøta um heilsuna hjá fólkum og stuðla umhvørvinum og buðrardygdini, sigur hin høvuðshøvundurin, Johan Rockström.

EAT-Lancet-nevndin er ein trý ára verkætlan, ið hevur savnað 37 serfrøðingar frá 16 londum við vitan innan heilsu, føðslu, burðardygd umhvørvi, matskipanir, búskap og politiska stýring.

Tey halda, at tað at tað ikki hava verið vísundalig mál fyri sunnan kost, hevur verið ein forðing fyri at betra um mátan vit eta, skrivar NRK.

Meira um evnið er at finna á heimasíðuni hjá BBC 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder