Minst 65 fólk lótu lív, tá eldur kom í eitt tok í Pakistan. Harumframt hava 40 fólk fingið skaða í vanlukkuni, sum hendi í Punjab landslutinum í landsynningspartinum av landinum.
Ferðafólk vóru í holt við at matgera morgunmat á gassloga, tá ein gassfløska sprongdist.
Fleiri ferðafólk royndu at bjarga sær undan eldinum við at leypa av tokinum, meðan tað koyrdi við nógvari ferð. Minst tríggir ferðafólkavognar kolaðust upp.
- Sambært kunningini, vit hava fingið frá vanlukkustaðnum, hava yvir 65 fólk latið lív, og yvir 40 fingið skaða, segði landsins heilsumálaráðharri í morgun.
Tey særdu eru koyrd á sjúkrahús í økinum. Higartil er bert eydnast at eyðmerkja 18 av teimum deyðu, upplýsti heilsumálaráðharrin.
Ráðharrin fyri jarnbreytirnar í Pakistan, Sheikh Rashid Ahmed, sigur við eitt lokalblað, at nógv av teimum, sum hava latið lív, gjørdu tað, tá tey lupu av tokinum.
Hann sigur, at tað er ein umfatandi trupulleiki í Pakistan, at ferðafólk á longum toktúrum taka fram útgerð at gera sær mat á gassloga.
Jarnbreytanetið í Pakistan, ið varð lagt undir hjálandatíðini, er niðurslitið og forfallið oraka av vantandi viðlíkahaldi og nýíløgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald