Mentan

Matiné í Christianskirkjuni í dag

Kl. 12 er Matiné í Christianskirkjuni v/Eysturoyar Strúkitrio við Moniku Stauss Joensen, violin, Jonu Højgaard, viola og Tóra Restorff Jacobsen á cello

2024-09-21 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkakirkjan: Í dag, leygardagin, 21. september kl. 12.00, er Matiné í Christianskirkjuni v/Eysturoyar Strúkitrio við Moniku Stauss Joensen, violin, Jonu Højgaard, viola og Tóra Restorff Jacobsen á cello.

Monika, Jona og Tóri eru kend andlit í klassiska tónleikalívinum í Føroyum, sum eitt nú í Føroya Symfoniorkestri, á Musikkskúlanum og í nógvum ymiskum tiltøkum. Tey hava hvør sær framført í ymiskum samansetingum, bæði her heima og uttanlands.

Ikki fyrr enn á sumri í 2022 byrjaðu tey at spæla sum trio og hava síðan tá regluliga vant saman og framført ymsastaðni kring landið. Tey trý strúkiinstrumentini, violin, viola og cello, mynda eitt heilt serligt ljóð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder