Á sumri í 2013 byrjaðu Dávur og Solveig samstundis at lesa á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Nakrar mánaðir eftir at skúlaárið var byrjað, fingu tey undirvísing hjá Per Pålson í lærugreinini "Kamartónleikur", og her var tað, at tey tóku síni fyrstu fet sum duett.
Síðan tá hava tey spælt nógv saman, bæði í skúlagongdini og til ymisk tiltøk, og arbeitt hevur verið fram ímóti, at gerast ein nærløgd og professionel duett.
Tá ið man stovnar eina professionella duett, er gott at finna sær eitt hóskandi heiti, og hetta hava Dávur og Solveig lagt sær í geyma. Semja hevur verið um at nevna duettina "Sekundettin".
Orðið "Sekundett" er eitt nýtt hugtak, og lýsir eina duett, har ið báðir tónleikarirnir eru meiri javnsettir, í mun til eina duett. Dávur og Solveig hava sjálvi smíðað orðið, og fingið íblástur frá orðinum "Tertsett", sum lýsir eina meiri javnsetta "Trio".
Oftani er so við duettum, at annar hevur høvuðsleiklutin og hin ein minni týdningarmiklan leiklut, men hetta er ørðvísi hjá Sekundettini: her eru báðir leiklutirnir javnt stuðlandi ímóti hvørjum øðrum.
Á hesari konsertini fara vit at hoyra fjølbroyttan tónleik, bæði úr Føroyum og ymsastaðni úr heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald