2021-06-30 19:36
Leygardagin 3. juli verður matiné í Mariukirkjuni í Havn við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum Andrea Stauss Hofmann.
Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í
Føroyum. Hon virkur sum violinlærari innan musikkskúlan og hevur spælt konsertir runt Føroyar og uttanlanda. Systir hennara, Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.
Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sum sjey og átta ára gamlar.
Matinéin verður klokkan 11.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald