Leygardagin kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við unga violinleikaranum, Andrias Blaasvær.
Andrias er 22 ára gamal og lesur tónleik á Kongaliga danska musikkkonservatoriinum við Elisabeth Zeuthen sum lærara. Hann byrjaði at spæla violin tá ið hann 12 ára gamal og byrjaði á musikkmiðnámi í 2015.
Hann hevur luttikið á ymsum kappingum sum Stella Polaris og Jacob Gade, har hann hevur vunnið 3. og 2. pláss. Í 2020 gjørdist hann komponistur við sínum fyrsta verki “Ballade”. Hann hevur aftur í ár skrivað eitt verk, sum hesaferð er ein sonata fyri soloviolin í g-moll (hon verður partvíst spæld til matinéina í Havnar kirkju).
Andrias hevur nú í nógv ár spælt við í symfoniorkestrinum, og hevur eisini verið solistur har.
Til matinéina ferð Andrias, umframt egin verk, at spæla klassisk verk fyri soloviolin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald