Mentan

Matiné við Nathaliu Flórez í Mariukirkjuni

Donsk sangarinna av føroyskari ætt syngur egnar sangir

2021-08-05 07:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Mariukirkjuni við donsku sangarinnuni og sangskrivaranum Nathalia Flórez.

Hettar er fyrstu ferð, at Nathalia er á sangferð kring oyggjarnar í Føroyum. Við mammu úr Suðuroy, hevur tað leingi verið ætlanin, at ferðast higar og luta tónleikin við frændaoyggjarnar. Á hesi tónleikaferðini hevur hon kontrabassistin Niklas Emborg Gjersøe og gittaristin Thomas Brunbjerg við sína lið, og til hesa konsertina spælir føroyski Rógvi á Rógvu á trummur.

Í 2019 gav Nathalia út fyrstu plátu sína: “I aftenens sidst minutter”, ein persónlig tíðamynd, sum bjóðar inn í eitt norðurlendskt og jarðbundið ljóðlandslag. Á ummælararóstu plátini eru sangir við íblástri frá fólkatónleiki á barndómsoynni Fanø , men hennara kompositiónir og fløvandi rødd eru týðuliga í ætt við djasstónleik.

Røddin hjá Nathaliu og donsku tekstirnir guva av nærveru og innarligheit. Tað ger seg serliga galdandi í seinastu útgávu hennara “Lille liv”: Ein sangur til lítla guðson sín, sum hevur fingið sera góða móttøku. Hesin hjartanemandi sangur verður eisini speglaður í tí tilhoyrandi flotta musikvideoinum, sum er filmaður í landsløgunum á Fanø.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder