Um vikuskiftið varð eitt matkort selt á uppboðssølu fyri 83.000 pund, ið svarar til 708.000 í okkara krónum.
Talan var um eitt serligt matkort frá skipinum Titanic, sum sigldi á eitt ísfjall um kvøldið 14. apríl 1912 og sakk tíðliga morgunin eftir. Á kortinum sæst matskráin frá døgurðanum 11. apríl 1912, tríggjar dagar áðrenn vanlukkan hendi, og 1.500 fólk lótu lív.
Undan uppboðssøluni leygardagin varð virðið á kortinum mett at vera upp til 70.000 pund - 597.000 krónur, men tað varð selt fyri væl meira enn tað.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt matkort frá Titanic verður selt á uppboðssølu, men hetta er tað einasta, sum er eftir frá 11. apríl, sum auktiónshúsið veit um, skrivar The Guardian.
Tað var auktiónshúsið Henry Aldridge & Son, sum stóð fyri uppboðssøluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald