2021-05-12 17:13

Kommunala Brennistøðin hevur ment seg nógv innan endurvinningarøkið seinastu árini. Eitt gott dømi er, at matolja – frituruolja – sum fyrr fór í køstin og varð brend, nú verður endurvunnin.
Tað eru matstovur, hotel og nógv av teimum, ið selja friturusteiktar vørur, sum lata brúktu oljuna inn.
Í fjør vórðu 12 tons av hesi olju send av landinum og endurvunnin til reint biodiesel.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald