2020-07-08 17:59
Leygardagin, 11. juli klokkan 11 letur matstovan í SALT upp í nýggjum hami.
Til ber at njóta okkurt leskiligt samstundis sum tað ber til at njóta góða útsýnið yvir Trongisvágsfjørð.
– Nógv fólk ferðast til Suðuroyar í summar, og vit gleða okkum til at taka ímóti bæði ferðandi og fastbúgvandi, og at bjóða tykkum eitthvørt gott og leskiligt undir góman, skrivar SALT.
Opið verður hvønn dag millum kl. 11 og 18.
SALT verður eisini karmur um eina rúgvu av tiltøkum í summar. M.a. verður summarframsýning við lokalum listafólkum í døgunum 18. juli – 23. august, umframt at fleiri summarkonsertir verða á skrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald