Heimskenda danska matstovan, Noma í Keypmannahavn, sum fleiri ferðir er kosin besta matstova í heiminum og eisini verður mett sum fremsti slóðbrótari innan matkynstur, steingir um tvey ár.
Tað upplýsir stovnarin og eigarin av Noma, René Redzepi í eini samrøðu við New York Times.
Í samrøðuni greiðir René Redzepi frá, at tað í longdini ikki fer at bera til at dríva matstovu á tann hátt, sum Noma verður rikin, og at tað er orsøkin til at tey gevast við virkseminum móti ársenda 2024.
Í staðin skulu hølini á Refshaleøen gerast til eina matstarvsstovu – matlaboratorium – sum skal menna úrdráttir til nýggjastu uppfinningina: Noma Projects, ið fer at selja fermenteraðar sósir, skeið og annað viðkomandi umvegis ein pall á internetinum.
Harumframt fer staðið at vera ramma um einstøk støkk-upp-upplivilsir – “at borðreiða fyri gestum fer framvegis at vera ein partur av tí vit eru, men at vera ‘ein matstova’ verður ikki longur tað, ið definerar okkum”, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Noma.
Arbeiðsviðurskiftini í matstovuvinnuni hava verið nógv frammi hesa seinastu tíðina, skrivar Politiken, og her hevur sjóneykan eisini verður sett á Noma, eitt nú fyri ikki at løna teimum 20 til 30 sokallaðu ‘stagiaires’ – praktikantunum – sum eru við til at gera matin. Hetta hevur ført til, at Noma sínan er farin at løna praktikantunum eisini.
Arbeiðsviðurskiftini hava eisini fingið átalu: “Tey ganga so ræðuliga høgt uppí, at alt á borðiskinum skal vera handfarið so gott, men ikki um tað, ið gongur fyri seg aftanfyri. Grønmetið hevur tað betrið enn starvsfólkini”, segði ein ónavngivin Noma-kokkur í eini grein í Weekendavisen.
Við New York Times leggur Redzepi tó dent á, at neiliga umrøðan ikki hevur havt ávirkan á avgerðina um at steingja matstovuna fyri gestum.
Í eini samrøðu við Berlingske sigur René Redzepi, at broytingin hevur verið undir fyrireiking síðan koronafarsóttin byrjaði, og at avgerðin tí ikki er ein avleiðing av negativu umrøðuni.
Noma lat upp í 2003 í niðjastu hædd í gamla pakkhúsinum á Norðuratlantsbryggjuni, har eisini føroyska og grønlendska umboðsstovan og íslendska sendistovan eru. Seinni flutti matstovan, eftir ein støðg, út í nýbygd høli á Refshaleøen.
Matstovan hevur fingið tríggjar stjørnur frá Michelin guidini fleiri ferðir og er eisini fleiri ferðir kosin heimsins besta matstova av ’World’s 50 Best Restaurants Awards’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald