Innanlands

Matstovurnar í SMS stongja orsakað av koronu

Burger King, Sunset og Hornið hava stongt til 20. juli, verður boðað frá

2021-07-10 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsakað av koronu, stongja tey trý matstøðini í SMS, Burger King, Sunset Boulevard og Hornið, til og við 20 juli.

Hetta kunna tey sínar kundar um í dag á sínum Facebook síðum.

Nógvir tilburðir eru staðfestir seinastu dagarnar, og í gjár vóru heili 20 staðfestir. Av tí sama eru uppaftur fleiri sett í sóttarhald.

Tey biðja kundarnar halda teimum til góðar.

Vit hava eisini frætt um at onnur matstøð kring landið eru stongd orsakað av koronu og sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder